
Kongshjúnavitjanin: Orð og myndir
Orð: Martin Kristoffur Kristiansen
Myndir: Tróndur Dalsgarð
Í góðveðrinum 13. juni legði kongaskipið Dannebrog at á Eiði.
Seinasti partur av almennu kongsvitjanini í Føroyum gekk fyri seg á Eiði. Ein stór fjøld var komin saman á keiini fyri at vera partur av hesari søguligu løtuni. Eiðis Ljómfelag spældi, og vóru tey við til at leggja ein enn meira hátíðarligan dám á løtuna.
Tá kongshjúnini komu í land, tóku borgarstjórin og løgmaður við makum ímóti teimum. Fyrsta punkt á skránni var vitjan hjá Sigrun Gunnarsdóttir. Talan var um eina ótrúliga væleydnaða vitjan sum hugtók kongshjúnini.
Eftir hetta var farið oman á Vaglið, har Eiðis kommuna var vertur fyri almennari móttøku. Jógvan í Skorini, borgarstjóri, helt eina røðu fyri kongshjúnunum og frammøttu fjøldini.
Síðani var gingið framvið eldrabýlinum, har kongshjúnini heilsaðu uppá búfólkini.
Tað var greitt, at hetta var ein stór løta fyri tey. Eftir hesa løtuna var farið oman í Hólmahúsið, har kommunan var vertur fyri miðmála fyri innbodnum.
Til miðmálan segði borgarstjórin nøkur orð og handaði eina gávu til kongshjúnini frá Eiðis kommunu. Gávan var ein málningur eftir Sigrun Gunnarsdóttir. Sigrun greiddi frá málninginum og Anna Katrin Egilstrøð sang eitt lag.
Gestirnir fingu óalmyndiliga góðan mat, tað var Sommer matveiting sum gjørdi matin til miðmálan.
Við hesum var almenni parturin av vitjanini av.
Eiðis kommuna takkar øllum fyri hjálp og samstarv í samband við hesa søguligu vitjanina.
Røða borgarstjórans verður løgd út seinni.