Konsert við Guðrið Hansdóttir Í Kolshøll

Keyp atgongumerki.

Konsertin byrjar 14. juni klokkan 16:00.

SUMMARTÒNAR:

Guðrið Hansdóttir (sang, gittar), Høgni Lisberg (trummur), Vinjar Egilsnes Petersen (tangentar), Árni Jóhannesson (bass)

Við sínum fangandi fólkapoppi skapar Guðrið Hansdóttir eitt univers, har hon tekur áhoyraran inn í eina ferð við søgum um m.a mjørkan, sjómannin, kærleikan og lívsins tvístøður.

Guðrið hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum tey seinastu 20 árini og hevur spælt á festivalum sum SXSW, Spot Festival, Iceland Airways, By:larm og Nurnberg Pop.

Hennara seinasta útgáva ”Gult myrkur” varð kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA 2023 og í løtuni arbeiðir Guðrið við nýggjari heildarútgávu, sum kemur út í apríl 2026.