Koppseting ímóti influensu

Koppseting ímóti influensu er komin. Fólk kunnu ringja inn til læknaviðtaluna á tlf. 423006 og biða sær tíð til koppseting.

Mælt verður til, at fólk, ið hava fylt 67 ár, fyritíðarpensjónistar, fólk við varandi sjúku ella, sum av øðrum orsøkum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av influensa, lata seg koppseta ímóti influensu.

Hoyrir tú til ein av bólkunum niðanfyri, set teg í samband við tín egna lækna og spyr, um tú eigur at lata teg koppseta:

 

Niðursett lungnavirkni
         Astma
         Hjarta- og æðrasjúku
         Diabetes
         Skert mótstøðuføri
         Livur- og nýrasvignan
         Ovurfiti (vegleiðandi BMI oman fyri 35)
         Barnakonur frá 13. barnsburðarviku
         Húsfólk hjá sjúkum við nógv skerdum mótstøðuføri
         Aðrar varandi sjúkur, har meting frá læknanum er, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda

 

Starvsfólk innan heilsu- og umsorganarøkið, sum arbeiða við viðgerð, røkt og umsorgan av borgarum, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av influensu, eru eisini fevnd av tilboðnum.

Ert tú í iva um tú kanst fáa koppsetingina ókeypis, kann tú venda tær til okkum við fyrispyningi.

Læknaviðtalan við Norðskála