Korndalsgarður 15 ár
Tað var í 2008, at dagstovnurin hevði sín fyrsta dag, og nú eru so 15 ár liðin síðani dyrnar lótu upp.
Nógv fólk vóru komin oman í Korndal í góðveðrinum, fyri at hátíðarhalda hendan dagin saman. Starvsfólkini bjóðaðu kaffi og kaku og væl var tikið ímóti. Børnini stuttleikaðu sær óført meðan tey tuskaðu í túninum. Kristina Larsen, leiðari, segði nøkur orð, har hon millum annað vísti á, at fleiri av starvsfólkunum, sum vóru við til hetta hátíðarhaldið, hava verið við heilt frá byrjan.
Eiðis kommuna fer við hesum at ynskja Korndalsgarði hjartaliga til lukku við teimum 15 árunum.
Millum starvsfólkini í Korndalsgarði eru nøkur, sum vóru við frá byrjan. NB: Starvsfólk hjá Spíranum mangla á myndini.