Korndalsgarður leitar eftir námsfrøðingi ella hjálparfólki, og avloysarum.
Korndalsgarður leitar eftir námsfrøðingi ella hjálparfólki, og avloysarum at byrja skjótast gjørligt.
Møguleiki er at arbeiða fulla tíð ella niðursetta tíð á barnagarðsstovu, byrja skjótast gjørligt. Avloysara avloysa á øllum stovum.
Møguleikarnir at spæla og at hava tað stuttligt á Eiði eru framúr góðir. Vit liggja tætt við ríkar náttúruperlur so sum haga, vatn, fjøru (og fótbóltsvøll), ið geva alskyns møguleikar fyri børn og vaksin. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur, frítíðarskúla og ungdómshús, og eitt dugnaligt, vælvirkandi og eldhugað starvsfólkatoymi, ið geva børnunum umsorgan, spæl og læru, mentan og sosialisering. Vit arbeiða við Betri vinum.
Í námsfrøðiliga toyminum eru 8 námsfrøðingar. Vit hava tíð til fyrireiking og eftirmeting og til sparring og supervisjón, umframt tíð til annað arbeiði. Sum námsfrøðingur hevur tú møguleika at leggja til rættis fyrireikingarbeiðið á stovninum ella heima.
Hevur tú áhuga í at menna eitt avbjóðandi og læruríkt námsfrøðiligt umhvørvi, kveikja góðan starvsfólkatrivnað, og ikki minst at hava tað stuttligt saman við okkum, so gleða vit okkum til at fáa teg við í starvsfólkatoymið.
Kundi tú hugsað tær at hitt leiðaran ella okkurt annað starvsfólk fyri at síggja stovnin og møguleikarnar, ella hevur tú spurningar, so ring til okkara á tlf. 740410.
Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag. Vit gleða okkum at fáa eina umsókn frá tær, áðrenn 11. apríl kl. 14.00. Umsókn, prógv v.m. verður at senda til korndalsgardur@eidi.fo
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Korndalsgarður á Eiði leitar eftir námsfrøðingi ella hjálparfólki, og avloysarum, sum brenna fyri at geva børnum spæl og góðar náttúruupplivingar.