Korndalsgarður og Spírin

Mánadagin 17.august verður spakuliga byrjað aftur í Korndalsgarði og í Spíranum. Neyðugt er at boða frá, um børnini koma á stovn í næstu viku, og tað kann gerast í seinasta lagi á miðnátt fríggjakvøldið 14.august við at skriva teldupost á: korndalsgardur@eidi.fo

Fyri at vit kunnu hava opið er umráðandi at vit fylgja teimum tilmælum, ið vóru í vár.

Eru spurningar ella ivamál, kunnu tit venda tykkum til leiðaran á tel. 740410 ella við telduposti til korndalsgardur@eidi.fo