Korndalsgarður opnar ikki í komandi viku

Eftir ætlan skuldi Korndalsgarður og Spírin opna aftur mánadagin 10.august.

Við tað at korona-smittan aftur er ger um seg kring landið, hava vit valt at taka avgerð um ikki at lata stovnarnar upp, sum ætlað.

Upplatingin verður ístaðin útsett fyribils í eina viku til mánadagin 17. august.

Heitt verður á øll foreldur um, at hava børnini heima, at fylgja tilmælunum um frástøðu og reinføri og at lata seg kanna um minsti illgruni er um smittu.

Eru spurningar viðvíkjandi barnaansingini ber til at venda sær til leiðarar í Korndalsgarði Hildur Kruse Sørensen á t-post: korndalsgardur@eidi.fo

Aðrir spurningar vera svaraðir við at venda sær til Eiðis kommunu á tel. 200400

Jógvan í Skorini, borgarstjóri