Korndalsgarður søkir eftir námsfrøðingum og/ella varðaleiðara og hjálparfólkum

Í samband við økt barnatal á Eiði, fær Korndalsgarður eina nýggja barnagarðsstovu í august 2023. Í hesum sambandi verður søkt eftir námsfrøðingum og/ella varðaleiðara og hjálparfólkum. Tey skrivað soleiðis:

Møguleiki er at arbeiða fulla ella niðursetta tíð. Fyrireikingar byrja skjótast gjørligt.
Vit liggja tætt við ríkar náttúruperlur so sum haga, vatn, fjøru (og fótbóltsvøll), ið geva alskyns møguleikar fyri børn og vaksin at spæla og at hava tað stuttligt. Vit arbeiða við Betri vinum.
Í námsfrøðiliga toyminum eru 8 námsfrøðingar. Vit hava tíð til fyrireiking og eftirmeting og til sparring og supervisjón, umframt tíð til annað arbeiði. Sum námsfrøðingur hevur tú møguleika at leggja til rættis fyrireikingarbeiðið á stovninum ella heima. Nýggja stovan hevur 110 starvsfólkatímar í skema til 13 barnagarðsbørn.

Sum varðaleiðari kemur tú í tøttum samstarvi við leiðaran at mynda stovnin, og møguleiki er eisini fyri at hava nakrar umsitingarligar arbeiðsuppgávur.

Brennur tú fyri at geva børnum spæl og góðar náttúruupplivingar, hevur tú áhuga í at menna eitt avbjóðandi og læruríkt námsfrøðiligt umhvørvi, kveikja góðan starvsfólkatrivnað, og ikki minst at hava tað stuttligt saman við okkum, so gleða vit okkum til at fáa teg við í starvsfólkatoymið.

Kundi tú hugsað tær at hitt leiðaran ella okkurt annað starvsfólk fyri at síggja stovnin og møguleikarnar, ella hevur tú spurningar, so ring til okkara á tlf. 740410.

Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag. Vit gleða okkum at fáa eina umsókn frá tær, áðrenn 5. juni kl. 14.00. Umsókn, prógv v.m. verður at senda til korndalsgardur@eidi.fo
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.