Koronukanningar í Eiðis kommunu

Koronukanningar vera á parkeringsplássinum uttanfyri Hólmahúsið í morgin millum klokkan 09:00 og 13:00

Tað er heilsufrøðiliga kanningarstovan THETIS, ið stendur fyri kanningunum.

Borgarar ið ynskja at kanna seg, kunnu tilmelda seg á coronatest.fo  og velja fareind sum kanningarstað. Um ein ikki hevur møguleika at bíleggja umvegis netið, er møguligt at bíleggja umvegis telefona 511801 ella møta upp.

Kostnaðurin fyri at lata seg kanna er kr. 390.