Kroysurnar komnar upp

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Borgarar og vitjandi í Eiðis kommunu hava helst lagt til merkis, at arbeitt hevur verið við at fáa tvær kroysur upp at standa í Eiðis bygd.

Hesar kroysurnar eru nú komnar upp at standa. Báðar standa við hvør sítt vendipláss í bygdini. Onnur stendur Úti á Bø og hin stendur á Mainifløtu.

Ætlanin hevur verið leingi á veg og fyri Ann Fuglø, tekniska leiðaran í Eiðis kommunu, ið eigur snið og hugskot, er kenslan góð, nú málið endiliga er rokki. Um verkætlanina sigur hon soleiðis: 

 – Tað er stuttligt at kroysurnar eru komnar upp at standa. Hugskotið er meiri enn ársgamalt, og tankin var at Eiði marknaðarførir seg sum “Mest bygdasligasta bygd”.

-Hetta fekk meg at hugsa um, hvat hóskar seg og passar væl inn í eini bygd sum Eiði? Tað var tá, at hetta hugskot kom til mín. Sjálv havi eg ongantíð sæð hetta fyrr.

– Ætlanin var at gera ein bonk, men eisini geva lívd, og at hann skuldi standa har tað er gott útsýnið. Saman við Biritu á Høgaryggi, byggifrøðingi, fór eg runt í bygdunum í kommununi, at leita eftir staðsetingum.

– Við vælvild frá borgarstjóranum, Annsy Høghamar, nøkrum uppskotum til loysn frá Tonny Kruse og góðum handverkið frá Sp/f Búð, eru tær komnar upp at standa.

Um orðið kroysa sigur Sprotin: “Lítið skirvisligt hús, smátta, smá kroysur við flagtekjum.”

Hesi húsini eru smá. Tað skirvisliga við teimum er, at tey eru opin, og tískil ber ikki til at búgva í teimum. 

Upprunaliga skuldi kroysan á Mainifløtu ognast Fríðriki kongi á kongaligu vitjanini, og tí skuldi hon eita Kongskroysan. 

Gongst sum ætlað koma kroysur at standa í øllum bygdunum í Eiðis kommunu. 

Myndasavn