Kunnandi fyrilestur um rúsevnismisnýtslu millum ung
12. apríl 2023
Mikukvøldið 19. apríl kl. 18.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við Eiðis kommunu fyri kunnandi fyrilestri, har evnið er rúsevninsmisnýtsla og ung.
Endamálið við fyrilestrinum er at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum. Eisini verður hugleitt um, hví so nógv ung taka rúsevni í dag.
Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.
Fyrilesturin er ókeypis og verður í Kolshøll 19. apríl frá kl. 18:00.