Kunngerð í samband við fólkatingsvalið
19. oktober 2022
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at Fólkatingsvalið mánadagin, tann 31. oktober 2022 fer fram í Kolshøll á Eiði.
Atkvøðugreiðslan er millum kl 09.00 – kl. 20.00. Valkort verða send veljarum við postinum. Um onkur ikki hevur fingið valkort, kann hann venda sær til kommunuskrivstovuna.
Brævatkvøður : Veljarar, sum vegna sjúku ella sambært vallógini á annan hátt lúka treytirnar fyri at velja heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá.
Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er fríggjadagin, tann 28. oktober 2022.
Eiði, tann 19. oktober 2022.
EIÐIS BYGDARÁÐ