Kunngerð í samband við kommunuvalið
29. oktober 2024
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at kommunuvalið týsdagin, tann 12 november 2024 fer fram í Kolshøll á Eiði. Atkvøðugreiðslan er ímillum kl. 10.00 – kl. 20.00
Valkort verða send veljarum við postinum. Um onkur ikki hevur fingið valkort, kann hann venda sær til kommunuskrivstovuna.
Brævatkvøður: Veljarar, sum vegna sjúku ella sambært vallógini á annan hátt lúka treytirnar fyri at velja heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá.
Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er mánadagin, tann 11. november 2024.