Kunngerð í samband við løgtingsvalið
16. november 2022
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin við valbærum persónum til løgtingsvalið tann 08. desember 2022, liggur frammi til alment eftirlit í døgunum frá 16. til 24. november 2022 á Kommunuskrivstovuni.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin av, skal verða boðað skrivliga til bygdaráðið í seinasta lagi tann 25. november 2022.
Eiðis kommuna