Kunngerð – Kommunuvalið
3. november 2020
KUNNGERÐ
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at
K O M M U N U V A L I Ð týsdagin, tann 10. november 2020 fer fram í Mentanarhøllini á Eiði.
Atkvøðugreiðslan er ímillum kl. 10.00 – kl. 20.00
Valkort verða send veljarum við postinum. Um onkur ikki hevur fingið valkort, kann hann venda sær til kommunuskrivstovuna.
Brævatkvøður : Veljarar, sum vegna sjúku ella sambært vallógini á annan hátt lúka treytirnar fyri at velja heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá.
Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er mánadagin, tann 09. november 2020
Eiði, tann 02. november 2020
EIÐIS BYGDARÁÐ