
Kunngerð Løgtingsval
9. mars 2026
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at LØGTINGSVALIÐ hósdagin, tann 26. mars 2026 fer fram í Kolshøll á Eiði
Atkvøðugreiðslan er ímillum kl. 1000 – kl. 2000. Valkort verða send veljarum við postinum. Um onkur ikki hevur fingið valkort, kann hann venda sær til kommunuskrivstovuna.
Brævatkvøður : Veljarar, sum vegna sjúku ella sambært vallógini á annan hátt lúka treytirnar fyri at velja heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá.
Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er mikudagin, tann 25. mars 2026.
Eiði, tann 09. mars 2026
EIÐIS BYGDARÁÐ

