Kunngerð um serstaka byggisamtykt
Við heimild í lógini um býarskipanir og byggisamtyktir (løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt við seinni broytingum) verður við hesum uppskot til sertaka byggisamtykt fyri Eiðis kommunu framlagt til alment eftirlit.
Uppskotið til serstøku byggisamtyktina er lagt fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðini hjá Eiðis kommunu á kommunuskrivstovuni á Brekkuvegi 37, 470 Eiði, í tíðarskeiðinum frá tann 2. oktober 2023 til og við tann 27. oktober 2023.
Uppskotið til serstøku byggisamtyktina eisini lagt fram á heimasíðuni www.eidi.fo. Uppskotið til serstøku byggisamtyktina verður galdandi fyri ognirnar matr. nr. 138, 336a, 39f, 22, 83d, 149, 266a, 180a, 293a, 284a, 164a, 165a, 64a, 246a, 277c, 251b, 7, 312b og 329a. Kunngerðin og byggisamtyktin kunnu lesast her