Kunning frá læknaviðtaluni við Norðskála viðv. Covid19 og beinkrím koppseting
Koppseting ímóti korona/covid19
Vit koppseta fyri korona. Ert tú 50 ár ella eldri kanst tú fáa 3. ella 4. prikið fyri koronu hjá okkum.
Væntast kann, at COVID-19 broytir seg til eina árstíðarbundna smittu, sum vit t.d. kenna aftur frá beinkrími. Tað merkir, at vit mugu rokna við, at smittan kyknar upp aftur í heyst og vetur 2022/23. Tí varð farið undir at endurkoppseta fyri COVID-19 frá 1. oktober 2022.
Koppseting ímóti beinkrím
Koppseting ímóti beinkrím er eisini komin.
Mælt verður til, at fólk, ið hava fylt 65 ár, fyritíðarpensjónistar, fólk við varandi sjúku ella, sum av øðrum orsøkum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av influensa, lata seg koppseta ímóti influensu. Starvsfólk innan heilsu- og umsorganarøkið, sum arbeiða við viðgerð, røkt og umsorgan av borgarum, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av influensu, eru eisini fevnd av tilboðnum.
Ert tú í iva um tú kanst fáa koppsetingina ókeypis, kann tú venda tær til okkum við fyrispurningi. Ert tú undir 65 ár og ikki líkir krøvini fyri ókeypis koppseting, kanst tú gjalda hetta sjálv/ur.
Tú kanst koppsetast fyri korona og influensa sama dag
Ringjast skal inn til læknaviðtaluna á tlf. 423006 millum kl 8-11 og biða sær tíð til koppseting.
Vit fara fyribils, at koppseta 11/11, 15/11 og 18/11.
Læknaviðtalan við Norðskála