Kunning ísv. kirkjuráðsvalið

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at K I R K J U R Á Ð S V A L I Ð týsdagin, tann 04. november 2025 fer fram í Karmel, ovara hædd á Eiði.

 

Atkvøðugreiðslan er ímillum kl. 10:00 – kl. 20:00.

Valkort verða send veljarum við postinum. Um onkur ikki hevur fingið valkort, kann hann venda sær til Doris í Garði Olafsdóttir, tlf. 291966.

 

Brævatkvøður : Veljarar, sum vegna sjúku ella sambært vallógini á annan hátt lúka treytirnar fyri at velja heima, kunnu boða Doris í Garði Olafsdóttir, tlf. 291966 frá.

 

Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er mánadagin, tann 03. november 2025.

 

 

Eiði, tann 28. oktober 2025.

 

KIRKJURÁÐIÐ