Kunning til borgarar ísv. kavarudding
8. januar 2025
Góðu borgarar,
Seinastu dagarnar er nógvur kavi komin niður, og hetta hevur ávirkað koyrilíkindini í kommununi. Eiðis kommuna hevur ein bil til kavarudding. Síðani áðrenn jól hevur ólag verið á bilinum.
Hetta hevur ført við sær, at kommunan hevur heitt á aðrar veitarar, um at taka sær av kavaruddingini. Tað hevur verið gleðiligt at onnur hava kunnað traðka til, men hetta er sjálvsagt ikki ein nøktandi loysn. Bilurin til kavarudding fer á verkstað mánadagin og verður vónandi klárur aftur sum skjótast. Vit takka fyri tolni tykkara meðan kavin hevur ligið.