Kunningarskriv um endurnýstlubingju
Góðu borgarar í Eiðis kommunu.
Nú hava vit møguleika at verða meiri umhvørvisvinalig og endurnýta lutir hjá hvørjum øðrum. Ein endurnýtslubingja er komin at standa við síðuna av ruskplássinum á Eiði.
Endamálið við bingjuni er, at allir borgarar kunnu koyra góðar brúktar lutir inn í bingjuna, og somuleiðis kunnu vit øll taka lutir, sum man hevur tørv á , út úr bingjuni. Allir lutir, sum passa inn í bingjuna, eru vælkomnir, tó skulu teir verða í góðum standi. Dømi um lutir er koppastell, sofaborð, borð, stólar, máling, putur, smálutir, rammur, spegl, lampur, kannur, seintoy, leikur osfr.
Fyribils verður bingjan opin alt samdøgrið. Reglugerð hongur uppi í bingjuni.
Vónandi taka øll væl ímóti hugskotinum og fara væl um bingjuna og lutirnir inni í.
Elin Kruse kemur at hava ábyrgd av endurnýtslubingjuni.