Kunningartiltak um vitjanartænastuna hjá Reyða Krossi

Eiðis kommuna og Reyði Krossur Føroya hava avtalað at skipa eina vitjanartænastu fyri Eiði, Ljósá og Svínáir. Í tí sambandi verður skipað fyri einum kunningartiltakið í Hólmahúsinum, týsdagin, 22. mars klokkan 15:30.

Vitjanartænastan hjá Reyða Krossi Føroya er eitt ókeypis tilboð fyri tey, ið ynskja at fáa vitjan eina ella tvær ferðir um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Les meira um tilboðið her.

Skrá fyri tiltakið:

Rógvi Egilstoft, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

Jóhannes Eidesgaard og Rógvi Egilstoft skriva undir samstarvsavtaluna.

Reyði krossur Føroya fortelur um vitjanartænastuna.

 

Hjartaliga vælkomin til kunningartiltakið.