Kvinnurnar eru føroyameistarar
Kvinnuliðið hjá EB/Streymi/Skála leikti leygardagin javnleik 2-2 móti KÍ í seinasta umfari í landskappingini í fótbólti. Hetta úrslit hevði við sær, at felagsliðið vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti. Samstundis steðgaðu tær sigursrøðini hjá júst KÍ, sum hevur vunnið føroyameistaraheitið seinastu 17 árini.
Fleiri hundrað fólk høvdu leita sær í Hólman á Eiði til endabrestin í kvinnukappingini, og hetta setti hátíðarligan dám á dystin. Undan dystinum var støðan tann, at EBS/Skála var fremst, tvey stig frammanfyri KÍ. Fyri EBS/Skála var tað tískil nóg mikið við javnleiki, meðan KÍ skuldi vinna dystin fyri at endurvinna meistaraheitið.
Bæði liðini løgdu nógv fyri. KÍ skuldi, sum sagt, vinna dystin og heimaliðið tyktiskt at leika sambært orðatakinum, at álop er tann besta verjan, og tær royndu eftir førimuni at trýsta spælið niðan á KÍ-hálvuna. Hesin taktikkur riggaði eisini væl meginpartin av fyrra hálvleiki, har KÍ bert einaferð hóttu av álvara, tá veteranurin Rannvá Andreasen sendi eitt langskot á tvørstongina. Seks minuttir fyri hálvleikssteðgin hendi so tað, sum ikki mátti henda; KÍ sendi eitt fríspark úr høgra borði inn í brotsteigin, og í trunkanum var tað ein annar veteranur, Malena Josephsen, sum var fyrst á og beindi bóltin í mál til 0-1. Felagsliðið fall tó ikki í fátt av hesum, og beint fyri hálvleik fekk Heidi Sevdal – ið sum ikki einaferð var mest eyðsýndi leikarin á vøllinum – fatur á bóltinum í vinstru síðu. Hon trekti tvørturum, framvið tveimum KÍ’arum, og plaseraði hegnisliga bóltin dygst við handaru stong til javnleik 1-1.
Í seinna hálvleiki tyktust KÍ-kvinnurnar at leggja meira fyri, og tær høvdu fleiri næskar royndir, millum annað fimm skot á stengur og yvirleggjara. Heimaliðið hevði eisini onkra góða roynd, og hesa løtuna stóð dysturin og balanseraði og tað var stórur spenningur um hvønn veg vektin fór at koppa. Tá eitt gott korter var eftir at spæla varð ein langur bóltur sendur fram á KÍ-hálvuna, har málverjin kom langt út um brotsteigin í eini roynd at sparka bóltin burtur. Kvika Heidi Sevdal jakstraði tó eisini bóltin, og hon var tann fyrra og fekk prika hann framvið málverjanum, og hóast tveir verjuleikarar royndu at toyggja seg, so setti hon bóltin ósvikaliga sikkurt í KÍ-málið og rómurin var sum vera man stórur á leikarum og áskoðarum hjá heimaliðnum, tí nú var meistaraheitið í eygsjón.
KÍ ætlaði tó ikki at geva skarvin yvir og tær høvdu einki at missa, so tær sendu nú enn fleiri fólk fram í álopið, og hetta gav eisini úrslit. Tá einir fimm minuttir vóru eftir megnaði Rannvá Andreasen at fáa bóltin í mál til 2-2, og tað sum eftir var av dystinum royndu tær at trýsta fyri at fáa eitt mál aftrat og avgerða dystin til sín fyrimun. Tað eydnaðist ikki, og við javnleikinum vann EB/Streymur/Skála meistaraheitið
Eiðis kommuna ynskir kvinnuliðnum hjartaliga tillukku við meistaraheitinum – og greipuni.