Leiðari til kampingøkið á Eiði settur
27. mars 2021
Kristjan Madsen verður nýggjur leiðari á væl umtókta kampingøkinum niðri á Møl á Eiði.
Stórur áhugi var fyri at røkja kampingøkið, og trivnaðarnevndin metti, Kristjan at vera best skikkaðan til uppgávuna.
Ætlanin er at fara í gongd beinanvegin. Kristjan ætlar at hava opið á páskum. Meira kann síggjast her: Eiði Camping
Vit ynskja Kristjani bestu eydnu við nýggju avbjóðingini.