Leiðari til kampingøkið niðri á Møl
8. februar 2021
Eiðis bygdaráð hevur samtykt at halda fram við at nýta fótbóltsvøllin niðri á Møl til kampingøki.
Søkt verður eftir leiðara/fyrisitara, ið hevur áhuga og hegni at átaka sær at standa fyri og samskipa kampingøkið.
Meira fæst at vita við at venda sær til Fríðu Jóinsdóttir Joensen, forkvinnu í trivnaðarnevndini, á tlf. 217577.
Skrivlig umsókn skal sendast til eidi@eidi.fo ella við posti til:
Eiðis kommuna
Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Umsóknin skal vera Eiðis kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. februar 2021.