Leiðari til Korndalsgarð

Eiðis kommuna søkir við hesum eftir leiðara til Korndalsgarð at byrja 01. mai 2021 ella skjótast gjørligt eftir tað. Leiðarin vísir til borgarstjóran.

 

Stovnurin:

Á stovninum eru tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og frítíðarskúli. Stovnurin er opin frá kl. 07.00 til kl. 17.00.

Vøggustovurnar og barnagarðsstovurnar húsast í Korndalsgarði, sum varð tikin í nýtslu í 2008. Korndalsgarður liggur í einum sera barnavinaligum umhvørvi.

Frítíðarskúlin, Spírin, húsast á Gerðisvegi 2. Í Spíranum verður eitt frítíðartilboð bjóðað til børn, ið ganga í forskúla til og við 3. flokk.

 

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum námsfakligum stigi. Ein leiðara, sum megnar at leiða námsfrøðiliga virksemið, leiða starvsfólk og dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskifti.

 

 

Vit bjóða:

 

·         Eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin.

·         Eitt avbjóðandi starv, har tú sleppur at mynda frítíðarskúlan.

·         Ein góðan starvsfólkahóp.

 

Vit vænta, at tú:

·         Hevur útbúgving sum námsfrøðingur.

·         Hevur leiðsluførleikar – tað er ikki tað sama sum at hava útbúgving innan leiðslu.

·         Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfólkinum.

·         Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.

·         Dugir væl at samstarva, lurta og reflektera.

·         Hevur nakað av teldukunnleika.

·         Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum.

 

Setanarviðurskifti:

 

Talan er um fulltíðarstarv. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Meira fæst at vita:

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rógva Egilstoft, borgarstjóra, telefon 740400.

 

Umsókn:

 

Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal sendast til Eiðis Kommunu, Brekkuvegur 37, 470 Eiði ella sendast til teldupost eidi@eidi.fo og skal vera Eiðis Kommunu í hendi í seinasta lagi tann 21. apríl 2021 kl. 12.00

 

 

Eiðis Kommuna

Brekkuvegur 37

470 Eiði