
Leiguveltir í Eiðis kommunu
19. mai 2025
Eins og undanfarin ár, er møguligt hjá borgarum í Eiðis kommunu at leigað lendi til at velta á. Allir borgarar í kommununi, sum hava hug at velta eitt hvørt til matna, kunnu leiga veltir frá kommununi.
Eiðis kommuna eigur nakað av lendi, sum kommunan ikki brúkar. Partur av hesum lendi, skal gagna borgarunum í kommununi. Talan er um leiguveltir Uppi á Grind.
Ein velta kann leigast fyri hvørt húski. Um áhugi er fyri hesum, kunnu tit seta tykkum í samband við Eiðis kommunu á telefon 200400. Ella send ein teldupost til eidi@eidi.