Leiguveltir í Eiðis kommunu

Allir borgarar í Eiðis kommunu fáa nú møguleika at velta eitt leigað lendi.

Eiðis kommunu eigur nakað av lendi, sum kommunan ikki brúkar. Nú er ætlanin at partur av hesum lendi, skal gagna borgarunum í kommununi.

Allir borgarar í kommununi sum hava hug at velta eitt hvørt til matna, kunnu nú melda seg til. Freistin at melda seg til er 01.02.2019. Tá tilmeldingarfreistin er farin, verður talt upp og økini lutaði út.

Leigustykkini eru sett til áleið 75m2 hvørt, lutakast verður um hvør skal hava hvat lendi. Leigukostnaðurin er settur til kr. 100,00 um árið.

Kommunan syrgir fyri at avmerkja økini á staðnum, velting og tilrigging annars syrgir leigarin sjálvur fyri.

Økini talan er um, er millum Vatna og uppi á Grind á Eiði. Um eftirspurningur er, verða økir í Svínáum og við Ljósá eisini ávíst.

Ein velta kann leigast fyri hvørt húski.

Tilmelding niðanfyri

Eiðis kommuna