Leys størv í Heimatænastuni í VEKS

 

 

Hesi størv eru leys at søkja til:

Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.

Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið.

Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.

 

Fast starv:

·         Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið á Grønanesi, brøk 0,7 – at byrja skjótast til ber.

 

Tíðaravmarkað størv:

·         Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,8 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 31.08.2021.

·         Heilsurøktari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 31.08.2021.

·         Sjúkrarøktarfrøðingur til Korndalsbýlið, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 30.09.2021.

 

Førleikar / krøv

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

·         jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

·         viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið.

·         telduførleika á brúkarastøði.

·         koyrikort til persónbil.

 

Tað er ein fyrimunur um umsøkjararnir hava áhuga fyri:

 

·         persónssentreraðari røkt

·         palliativari viðgerð og røkt

·         ADL

 

Vit kunnu bjóða

 

·         fjølbroytt størv.

·         jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.

·         skipaða innleiðslu.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

 

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. apríl 2021, kl. 12:00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

·         Miu Pedersen, leiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231.

·         Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á telefon 793251.

·         Helfrid Kruse Poulsen, leiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.

 

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo