Leys størv í Heimatænastuni í VEKS
Hesi størv eru leys at søkja til Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.
· Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8.
· Heilsurøktari, brøk 0,8.
· Heilsuhjálpari, brøk 0,8.
Byrjanardagur eftir avtalu.
Førleikar / krøv
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
· jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
· viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið.
· telduførleika á brúkarastøði.
· koyrikort til persónbil.
Vit kunnu bjóða
· fjølbroytt størv.
· jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
· skipaða innleiðslu.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá staðnum, sum nevnt er omanfyri.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. septembur 2021, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
· Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni http://veks.fo