Leys størv í Heimatænastuni í VEKS

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS

 

Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.

 

Føst størv:

·         Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,7 – at byrja skjótast til ber.

·         2 reingerðarfólk, brøk 0,5 pr. starv – at byrja skjótast til ber.

 

Avloysarastørv:

·         Heilsuhjálpari, brøk 0,7 – at byrja skjótast til ber og fram til 31.12.2020.

·         Heilsuhjálpari, brøk 0,7 frá 01.09.2020 til 28.02.2021.

 

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

·         Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

Til røktarstørvini sóknast vit eftir fólki sum m.a. hava:

·         Viðkomandi útbúgving og góðkenning

·         Telduførleika á brúkarastøði.

·         Koyrikort til persónbil.

 

Vit kunnu bjóða

 

·         Fjølbroytt størv

·         Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

·         Skipaða innleiðslu

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. august 2020, kl. 12:00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

·         Miu Pedersen, leiðara fyri VEKS Vestur, á telefon 793231.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo