Leys størv í VEKS
Størv í Heimatænastuni í VEKS
Hesi størv eru leys at søkja:
· Heilsuhjálpari, brøk 0,7 til Røktarheimið á Mørkini
(Farloyvisstarv frá 20.03.2020 – 30.09.2021).
· Heilsuhjálpari, brøk 0,5 til Korndalsbýlið á Eiði
(Byrjunardagur 01.05.2020).
Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
· Viðkomandi útbúgving.
· Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
· Telduførleika á brúkarastøði.
· Koyrikort til persónbil.
Vit kunnu bjóða
· Fjølbroytt størv
· Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
· Skipaða innleiðslu
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri, við møguleika at arbeiða úti í økinum VEKS-eystur eisini.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
Umsókir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 06.03.2020.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
· Jonu Dam, deildarleiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á telefon 793253.
· Helfrid Kruse Poulsen, deildarleiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo