Leys størv – VEKS

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS

Hesi størv eru leys at søkja til:

Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.
Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.
Røktarheimið á Mørkini, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið.

Føst størv:

Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,8 – at byrja skjótast til ber.
Heilsurøktari til Korndalsbýlið, brøk 0,8 – at byrja 01.03.2021.

Farloyvisstørv:

Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.02.2021 til 31.01.2022.
Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022.
Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022.

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
Viðkomandi útbúgving og góðkenning.
Telduførleika á brúkarastøði.
Koyrikort til persónbil.

Vit kunnu bjóða

Fjølbroytt størv.

Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
Skipaða innleiðslu.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. januar 2021, kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
Miu Pedersen, leiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231.
Helfrid Kruse Poulsen, leiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.
Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á telefon 793251.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo