Leyst størv í heimatænastuni VEKS

Hesi størv eru leys at søkja til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni.

 

Føst størv:

· Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,7.

· Heilsurøktari, brøk 0,7.

· Heilsuhjálpari, brøk 0,7.

 

Byrjanardagur skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

 

 

Førleikar / krøv

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

· jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

· viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið.

· telduførleika á brúkarastøði.

· koyrikort til persónbil.

 

 

Vit kunnu bjóða

 

· fjølbroytt størv.

· jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.

· skipaða innleiðslu.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá staðnum, sum nevnt er omanfyri.

 

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. oktobur 2021, kl. 12:00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

· Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara á Røktarheiminum á Mørkini, telefon 793251.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo