Línumenn – Saltfiskalínuskipini í mentanarhøllini á Eiði.
20. mars 2018
Eiðis kommuna bjóðar sínum borgarum til heimildarfilmin hjá Zacharias Hammer, Línumenn – Saltfiskalínuskipini.
Sera vælumtókti filmurin hjá Zachariasi Hammer er bygdur upp av gomlum upptøkum, og hevur í eina tíð verðið vístur kring landið.
Í filminum siga fleiri menn part av sínu søgu, tá teir sum 14 – 17 ára gamlir fóru við teimum nýggju línuskipunum, sum avloystu sluppirnar. Filmurin er um línumennirnar, við teirra persónligu søgum og frásagnum. Forvitnisligar 8 mm upptøkur er reyði tráðurin í hesum dokmentariska filmi.
Zacharias Hammer hevur sett saman.
Avmarkað pláss er í mentanarhøllini, tískil er neyðugt við tilmelding
Filmurin verður vístur 03.04.2018 kl.18:30
Tiltakið er ókeypis