
Løgtingsval 2026: Vallistin liggur alment frammi
4. mars 2026
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin yvir valbæru persónum til løgtingsvalið tann 26. mars 2026 liggur frammi til alment eftirlit í døgunum frá 05. til 12. mars 2026 á Kommunuskrivstovuni.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal verða boðað skrivliga til bygdaráðið í seinasta lagi tann 13. mars 2026.

