Løgtingsvalið í Kolshøll

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at Løgtingsvalið hósdagin, tann 08. desember 2022 fer fram í Kolshøl á Eiði.

 

Atkvøðugreiðslan er ímillum kl. 10:00 – kl. 20:00.

Valkort verða send veljarum við postinum. Um onkur ikki hevur fingið valkort, kann hann venda sær til kommunuskrivstovuna.

 

Brævatkvøður : Veljarar, sum vegna sjúku ella sambært vallógini á annan hátt lúka treytirnar fyri at velja heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá.

 

Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er mikudagin, tann 07. desember 2022.