
Lýsing eftir arbeiðsformanni
Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú hevur stóra ávirkan á arbeiðið?
Talan er um leiðarastarv, har formaðurin hevur ábyrgd av dagliga arbeiðinum í kommununi. Í starvinum hevur tú ábyrgd av vatnverkum, kloakk, fríðkan, vegakervinum og øðrum.
Sum heild eitt fjølbroytt starv, har hvør dagur hevur nýggjar og spennandi uppgávur.
Eiðis kommuna arbeiðir miðvíst við:
• At tú sleppur at mynda starvið.
• At tú følir, at tú brúkar tíni evni mest møguligt.
• At tú mennir tínar fakligu førleikar.
• At tú skalt tíma til arbeiðis og føla, at tú ert partur av eini størri heild.
Eiðis kommuna ynskir, at tú:
• hevur viðkomandi útbúgving, handverkari ella líknandi.
• hevur evni at leiða, leggja til rættis, seta í verk og fylgja upp.
• hevur hampuliga góðar telduførleikar ella ynskir at menna hesar.
Hevur tú eftirútbúgving í viðkomandi fakum, stóra koyrikortið ella annað, sum viðkemur starvinum, er hetta sjálvandi ein fyrimunur.
Hvussu kanst tú fáa meira at vita:
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til borgarstjóran, Jógvan í Skorini, tlf. 740400, so tú kanst fáa gjøllari upplýsingar.
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum handverkarafeløgini/starvsfelagið og avvarðandi yrkisfelag.
Tú ert vælkomin at senda umsókn til:
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skal vera eidi@eidi.fo hendi í seinasta lagi 17.06.2026

