Lýsing eftir leiðara til Korndalsgarð

Dagfesting: 26.06.2019

Leiðari til Korndalsgarð

Eiðis kommuna søkir við hesum eftir leiðara til Korndalsgarð, at byrja 01. august 2019, ella skjótast gjørligt eftir tað.

 

Korndalsgarður:

Á stovninum ganga 71 børn, 50 børn eru frá 0-6 ár og ganga í barnagarð, 21 børn eru í frítíðarskúla. Stovnurin er opin frá kl 07:00 til kl 17:00

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum námsfakligum støði. Ein leiðara, sum megnar at leiða námsfrøðiliga virsemið, starvsfólk og somuleiðis dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini.

 

Vit bjóða:

·         Eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin

·         Eitt avbjóðandi starv har tú sleppur at mynda frítíðarskúlan.

·         Ein góðan starvsfólkahóp.

 

Vit vænta, at tú:

·         Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrinum og starvsfólkinum.

·         Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir

·         Dugir væl at samstarva, lurta og reflektera.

·         Hevur eitt vet av teldukunnleika.

·         Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum.

 

Setanarviðurskifti

Tann, ið settur verður skal vera útbúgvin námsfrøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya..

 

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan í Skorini, borgarstjóra, telefon 740400.

 

Umsókn

Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera send til Eiðis Kommunu, Brekkuvegur 37, 470 Eiði ella til teldupost eidi@eidi.fo, í seinasta lagi tann 11.07.2019 kl.12:00

 

Eiðis Kommuna

Brekkuvegur 37

470 Eiði