
Martin Kúrberg leigar kampingøkið
10. mars 2025
Tað verður Martin Kúrberg, ið kemur at taka sær av kampingøkinum á Eiði komandi árini. Martin Kúrberg og Eiðis kommuna hava gjørt eina avtalu um leigu av økinum.
Martin hevur áður leiga kampingøkið frá kommununi og røkt uppgávur tess avbera væl.
Eiðis kommuna fegnast um, at hendan avtala er komin uppá pláss og vil ynskja Martini Kúrberg bestu eydnu við uppgávuni.