Minnisbonkurin
25. september 2024
21. september var altjóða alzheimersdagur og í tí sambandi hevur Eiðis kommuna, í samstarvið við Alzheimerfelagið, sett ein sokallaðan minnisbonk við Gamla Kirkjugarð. Bonkurin stendur sjónliga fyri almenningin, og skal bjóða fólki at seta seg niður og taka eitt prát og minnast løturnar.
Við hesum vil Eiðis kommuna seta sjóneykuna á avbjóðingarnar ið standast av demenssjúku, og takka Alzheimerfelagnum fyri sítt avbera góða arbeiði.