
Møguleiki fyri “dipping” á keiøkinum
31. august 2021
Seinastu tíðina er havsvimjing vorðin væl umtøkt. Tað sum á altjóða málið verður rópt “dipping”.
Nú er so ein stigi uppsettur á keiini á Eiði, soleiðis at tey ið hava áhuga fyri hesum, kunnu lættliga sleppa niður og upp úr havinum at fáa sær ein stuttan, uppfrískandi svimjitúr.
Stigin stendur á nýggju bátabrúnni og varð nýttur á fyrsta sinni leygardagin 28 august.