Móttøka í ítróttar og bygdarhúsinum í Hólmanum
Eiðis kommuna tekur nýggja ítróttar- og bygarhúsið í Hólmanum á Eiði alment í nýstlu leygardagin 17.03.2018.
Móttøkan verður í ítróttar- og bygdarhúsinum í Hólmanum á Eiði leygardagin tann 17.03.2018 kl.14.00, tónleikur, røður og ein drekkamuður er á skránni. Høvið verður eisini at ganga runt í húsinum og síggja umstøðurnar.
EB/Streymur spælir landskappingardyst móti AB henda dagin, dysturin verður spældur kl.17:00.
Ítróttar og bygdarhúsið í Hólmanum er miðskeiðis í bygdini beint við barnagarðin, sambýlið og kirkjuna. Talan er um eitt hús við alskyns hentleikum. Eitt stórt og framkomið venjingarhølið, fýra skiftingarrúm og eitt dómaraskiftingarrrúm, ein stór samkomuhøll við tilhoyrandi nýmótans køkið, hølið til ungdómin og skrivstova til ítróttin. Harafturat eru sitipláss til gott 300 áskoðarar undir takið
Væntandi kemur hetta økið at ríka um ítróttar og mentanarlívið í økinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.