Myndapostarenning

Í samband við heilsuvikuna verður skipað fyri sonevndari myndapostarenning. Fyriskipararnir skrivað:

Hey øll børn (og barnsligar sálir) á Eiði. Nú fara vit aftur at spæla saman.  Vit fara at hava eina øðrvísi postarenning. Eina myndapostarenning. Tit skulu taka 10 myndir og senda tær til Eiðis kommunu, á messenger ella við telduposti. Myndirnar eru av 10 ymiskum støðum í Eiðis kommunu. Nú skulu tit finna útav hvar myndirnar eru tiknar, og so taka eina selfie á sama stað. (10 í alt).

Luttakast verður millum tey, sum senda inn. Ein vinningur verður latin hepna vinnaranum.  Drigið verður leygarkvøldið 7. mai, klokkan 19:00. Freistin at senda myndir inn er leygardagin klokkan 12:00. Sjálvsmyndir skulu takast á plássunum, ið síggjast niðanfyri.

Myndasavn