
Myndir frá ruddingardegnum 2025
21. mai 2025
Orð og myndir: Martin Kristoffur Kristiansen.
Ruddingardagurin var í ár settur at vera 20. mai. Tiltakið er ein partur av heilsuvikuni, og eisini til ársins ruddingardag vísti veðrið seg frá sínari vakrastu síðu.
Fólkini savnaðust í Hólmanum fyri at fáa fatur á posum og handskum, og síðani var farið runt bygdina at rudda.
Eftir áleið tveir tímar bjóðaði kommunan “franskar hotdogs” í Hólmanum. Her eru nakrar myndir frá tiltakinum.