
Myndir og frásøgn frá kyndlagonguni
3. januar 2024
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Gamlaárskvøld á Eiði hevur nakað serligt yvir sær, og 31. desember 2023 var einki undantak í so máta.
Eiðis róðrarfelag skipaði fyri faklagongu. Byrja var við Durhúsgrundina, og gingið var oman í Hólman, har nakað av fýrverki varð skoti, og luttakarar fingu te, kaffi, sunkist og okkurt søtt.
Eiðis kommuna ynskir øllum eitt eydnuberandi nýggjár.