Næmingar úr Skúlanum á Fløtum á vitjan

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Tað var sum sild í tunnu á skrivstovuni seinnapartin dag, tá næmingar frá 5.D úr Skúlanum á Fløtum vóru á vitjan. Flokkurin telur 18 børn, og vóru tey øll spent uppá at sleppa at vitja Eiðis bygd og kommunuskrivstovuna. Tað vísti seg eisini, at summi av børnunum hava tilknýti til Eiðis.

Næmingarnir úr høvuðsstaðnum eru á seturskúla á Eiði, og hóast veðrið hevur arga nakað, so hevur túrurin sum heild verið væleydnaður.

Eiðis kommuna takkar fyri vitjanina.

Myndasavn