Námsfrøðiligur stuðul til Dagstovnin Korndalsgarð á Eiði.

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Dagstovnin Korndalsgarð á Eiði.

Søkt verður eftir stuðli á 35-40 tímar um vikuna til barn, ið gongur í barnagarðsstovu. Barnið hevur avbjóðingar bæði í tí kensluliga, tí sosiala og tí málsliga. Tí er tørvur á einum stuðli, ið kann møta barninum har tað er, og sum kann hjálpa barninum í tess menning, soleiðis at barnið fær ein góðan dagligdag.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í staðin

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn við prógvum, og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagið 3. sept. 2019 og sendast til

Eiðis Kommunu

Brekkuvegur 37

470 Eiði

ella eidi@eidi.fo

 

Um tú vil vita meiri, ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðarin, Hildur Kruse Sørensen, tlf. 740410 ella á telduposti korndalsgardur@eidi.fo