Námsfrøðingar til Korndalsgarð

Eiði, tann 16. juli 2019

Námsfrøðingar til Korndalsgarð

Við hesum verður søkt eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til frítíðarskúlan og dagstovnin Korndalsgarð á Eiði.

Talan er um størv í dagstovninum og frítíðarskúlanum á Eiði, at byrja skjótast gjørligt. Setanarbrøkur verður avtalaður við tann setta.

Í Spíranum (frítíðarskúlanum) kunnu vit bjóða størv, har ið tey settu, kunnu vera við til at hava ávirkan og mynda ein frítíðarskúla, ið møtir tí einstaka barninum eftir persónliga tørvi barnsins.

Í Korndalsgarði (Dagstovninum) kunnu vit bjóða størv, har tey settu kunnu vera við til at geva yngru børnunum aldurssvarandi avbjóðingar, og styrkja einstaka barnið í persónligu menningini.

 

Vit vænta at umsøkjarin:

– er jaligur
– lagar seg til arbeiðsviðurskiftini á stovninum.
– er nærlagdur/nærløgd?
– nærverandi
– megnar at halda fokus á børnini.
– torir at ávirka.

Í Korndalsgarði ganga 73 børn. 30 av børnunum ganga í frítíðarskúlan, 27 ganga í barnagarð og  16 ganga í vøggustovu.

Umsókn við avrit av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. juli 2019, kl 12:00 og sendast til:

Eiðis kommuna

Brekkuvegur 37

470 Eiði

ella eidi@eidi.fo

 

Eru spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Eiðis kommunu, á tel 200400 ella á t-post eidi@eidi.fo

KORNDALSGARÐUR

Eiðis kommuna