Norðljómur byrjar aftur

Mikudagin 24. august  byrjar tónleikaundirvísingin aftur hjá Norðljómi.

Byrja verður klokkan 17:00 í Kolshøll við tónleiki og framløgu um góða venjing.

Næmingar saman við foreldrum møta.

Allir lærararnir hjá Norðljómi verða til staðar og næmingarnir møta nýggjum og verandi lærarum.

Samstudis er høvið at tosa við einstøku lærararnar um undirvísingar tíðir og hvussu mest fæst burtúr at spæla ljóðføri.

Vit síggjast og hoyrast

Norðljómur

Tlf. 297291